Skip to content

Støkk inn á gólvið

Hjá STOKHOLM er umhvørvið óformelt, fjálgt og heimligt. Tú kennir teg væl móttiknan og tryggan, tá tú stíður inn á gólvið. Okkara royndu ráðgevar bjóða tær vælkomnum, ein lekkran nýbryggjaðan kaffimunn, um tú hevur stundir til tess, og veita tær persónliga ráðgeving í serflokki.

Okkara ráðgevar taka sær stundir, at hjálpa tær at finna júst tí vøruna, tú leitar eftir til títt heim ella virkið/stovn. Er vøran ikki at síggja í handlinum, vísa vit tær møguleikarnar á okkara hátøkniligu platformum á netinum, har tað er møguligt at tekna, vísa veruleikakendar myndir, umframt íblástrarmyndir.

Hjá STOKHOLM umboða vit bert dygdarmerkir, og hava ein heilt serligan alsk fyri sterkum sniði. Vit fylgja altíð tí nýggjasta rákinum við at luttaka árliga á messum innan innbúgv og innrætting, og vitja okkara útlendsku veitarar regluliga, so vit kenna hvønn smálut innan vørurnar vit veita. Hetta hevur stóran týdning, fyri at kunna veita tær eina tænastu í serflokki.

Hjá okkum finnur tú bæði tíðarleysar klassikarar og teir skeivu lutirnar, sum geva eitt tvist.

Elin P. Andreasen,

Innrætningsarkitekt

STOKHOLM hevur eitt tætt samstarv við innrættingararkitektin Elin P. Andreasen, sum rekur fyritøkuna NOVUS Innrætting & Design (NOVUS). NOVUS hevur drúgvar royndir innan innrætting í privatum heimum, hjá fyritøkum/stovnum, umframt Airbnb leigumálum.

Eingin uppgáva er ov lítil at spyrja um ráðgeving til. Sum dømi kann nevnast, at NOVUS ofta verður biðin um hjálp til val av innbúgvi, lampum (ljósi) og litum til eitt nú veggirnar. Í slíkum førum kemur NOVUS út til eitt prát, har tosað verður um tørvin hjá tær, og ofta kann NOVUS veita ráðgeving á staðnum. Hesa ráðgevingina kallar NOVUS “Skundráðgeving.”

NOVUS Innrætting & Design

NOVUS bjóðar dygdargóða og persónliga ráðgeving innan innrætting og sniðgeving av innbúgvi, bæði til privat húsarhald og vinnuligar kundar. Við eyga fyri smálutum og sansi fyri samanseting av litum, tilfari og rúmskipan veitir NOVUS heildarloysnir, sum taka støði í tørvinum og ynskjunum hjá einstaka kundanum. Í privatum heimum umfatar tænastan alt frá tí fyrsta hugskotinum til endaligu innrættingina, og NOVUS kann stuðla í øllum liðum av tilgongdini. Hetta kann vera vegleiðing í sambandi við rúmuppdeilingar, serliga tá talan er um umbyggingar, har tørvur er á at fáa meira burturúr verandi rúmum við snildum loysnum.

NOVUS hjálpir eisini við innrætting av stovum og øðrum felagsrúmum, har bæði funktionalitetur og estetikur ganga hond í hond. Eisini verður vegleitt í vali av tilfari, so sum gólvum, lofti og veggjum, og tá talan er um dagføring av køki ella menning av nýggjum køki, tekur NOVUS støði í tí nútímans og tí brúkaravinarliga. Trappur kunnu eisini fáa eina frísking við røttum litaval og tilfari, og harumframt verður veitt hjálp til at velja og staðseta myndir og listaverk, so tey koma rætt til sín rætt í heildarmyndini av rúminum.

Á vinnuliga økinum hevur NOVUS eisini drúgvar royndir við at innrætta og dagføra arbeiðsøki og móttøkur hjá fyritøkum. Hetta fevnir um alt frá móttøkukøkum og matarløtum til skrivstovukøkir og fundarhølir, har dentur verður lagdur á bæði praktiskan tørv og trivnað hjá starvsfólki og gestum. NOVUS veitir eisini loysnir til borð, móttøkudiskar, benkur og garderobur, alt innrættað við einari visjón fyri brúkaraupplivingina. Val av litum og rætt staðseting av myndum og pynt eru eisini partur av ráðgevingini, so at vinnurúmini fáa eitt innbjóðandi, professionelt og samanhangandi útsjóndarpræg.

Fyritøkur kunnu harumframt fáa hjálp til at skapa hugnalig kaffiøkir, avslappandi hugnakrókar og dygdarligar VIP-lounger, ið lyfta heildarupplivingina og skapa rúm til bæði arbeiði og samveru. Við sínum fjølbroytta tænastutilboði tryggjar NOVUS, at bæði privat- og vinnukundar fáa snikkraðar innrættingar, ið spegla teirra stíl, tørv og virðir – alt við einum professionellum eyga fyri detaljum og einum ítøkiligum úrsliti.

0
    0
    Tín kurv
    Vørukurvin er tómAftur til handilin