INNRÆTTING

Støkk inn á gólvið
Hjá STOKHOLM er umhvørvið óformelt, fjálgt og heimligt. Tú kennir teg væl móttiknan og tryggan, tá tú stígur inn á gólvið. Okkara royndu ráðgevar bjóða tær vælkomnum, ein lekkran nýbryggjaðan kaffimunn, um tú hevur stundir til tess, og veita tær persónliga ráðgeving í serflokki.
Ráðgeving og tænasta
Okkara ráðgevar taka sær stundir, at hjálpa tær at finna júst tí vøruna, tú leitar eftir til títt heim ella virkið/stovn. Er vøran ikki at síggja í handlinum, vísa vit tær møguleikarnar á okkara hátøkniligu platformum á netinum, har tað er møguligt at tekna, vísa veruleikakendar myndir, umframt íblástrarmyndir.
Hjá STOKHOLM umboða vit bert dygdarmerkir, og hava ein heilt serligan alsk fyri sterkum sniði. Vit fylgja altíð tí nýggjasta rákinum við at luttaka árliga á messum innan innbúgv og innrætting, og vitja okkara útlendsku veitarar regluliga, so vit kenna hvønn smálut innan vørurnar vit veita. Hetta hevur stóran týdning, fyri at kunna veita tær eina tænastu í serflokki.
Hjá okkum finnur tú bæði tíðarleysar klassikarar og teir skeivu lutirnar, sum geva eitt tvist.


Elin P. Andreasen, Innrættingararkitektur
STOKHOLM hevur eitt tætt samstarv við innrættingararkitektin Elin P. Andreasen, sum rekur fyritøkuna NOVUS Innrætting & Design (NOVUS). NOVUS hevur drúgvar royndir innan innrætting í privatum heimum, hjá fyritøkum/stovnum, umframt Airbnb leigumálum.
Eingin uppgáva er ov lítil at spyrja um ráðgeving til. Sum dømi kann nevnast, at NOVUS ofta verður biðin um hjálp til val av innbúgvi, lampum (ljósi) og litum til eitt nú veggirnar. Í slíkum førum kemur NOVUS út til eitt prát, har tosað verður um tørvin hjá tær, og ofta kann NOVUS veita ráðgeving á staðnum. Hesa ráðgevingina kallar NOVUS “Skundráðgeving.”
NOVUS Innrætting & Design
NOVUS veitir persónliga ráðgeving og heildarloysnir innan innrætting, bæði til privat heim og vinnuligar kundar. Við eyga fyri smálutum og sansi fyri litum, tilfari og rúmskipan tryggjar NOVUS, at úrslitið altíð er bæði funksjonelt og estetiskt.
Tænasturnar fevna frá hugskoti til endaligu innrættingina – alt frá rúmuppdeiling og køki til arbeiðsøki og móttøkur. NOVUS skapar snið, ið spegla tín tørv og stíl við dygd og professionellum úrsliti.
