Keypstreytir
Kunning um vørukeyp, gjaldstreytir v.m.
Søla og útflýggjan
Vit avgreiða tygara bílegging, tá vøran er goldin. Vøran verður veitt við Faroe Express. Fraktkostnaðurin er vanliga kr. 300,00 v/MVG.
Sendiháttur
Vøran verður send við Faroe Express vanliga innan 2-4 yrkadagar (fyri goymsluvørur). Fyri bíleggingarvørur er tað 6 vikur veitingartíð. Teldupostur verður sendur um upplýsingarnar hvat tað kostar at senda. Vøran kann eisini heintast eftir avtalu hjá P/F Stokholm.
Flutningur
Vit senda um alt landi. Fraktkostnaðurin er vanliga kr. 300,00 v/MVG.
Gjalding
Vit taka ímóti øllum vanligum gjaldskortum so sum Mastercard, Vist v.m. Eingi eyka avgjøld koma omaná eina bílegging, uttan avgjald fyri sending.
Gjaldsservarin er gókendur av PBS (tryggur gjaldsháttur).
Tygum hava ongan váða við at nýta tygara gjaldskort hjá stokholm.fo. Vit nýta eitt sokallað SSL-samband til tess at tryggja, at onnur ikki luttaka, tá tygara kortnummar ella aðrir upplýsingar hjá tygum ferðast á alnótini. Gjaldskorts upplýsingar verða viðgjørdir umvegis QuickPay, ið eru fyriskiparar av okkara síðu og eru tað tey, ið senda til PBS á einum tryggum SSL-sambandi – stokholm.fo kemur aldri at kenna tygara kortupplýsingar og tann kunnleikin verður viðgjørdur í trúðnaði.
So skjótt vøran er avgreidd hjá okkum og send til tín sum kunda, trekkja vit upphæddina. Um tygum velja at gjalda depositum, trekkja vit hetta so skjótt tað er umbiði.
Afturtøka
Um tygum av einhvørjari orsøk ikki eru nøgd/ur við vøruna, sum tygum hava keypt frá okkum, taka vit vøruna aftur, um tygum innan 14 dagar hava gjørt vart við hetta. Treytin fyri at vit taka vøruna aftur er, at hon er óbrúkt, í pakninginum og í sama standi.
Keypari rindar sjálvur fyri møguligan afturberingarkostna.
Standur á vøruni við afturbering
Keypari heftir sjálvur fyri virðisminking av vøruni, ið stendist av aðrari handfaring enn henni, ið er neyðug fyri at staðfesta um vøran er røtt. Hetta merkir at tú kanst royna vøruna, á sama hátt ið tú kanst gera í einum fysiskum handli.
Er vøran nýtt á annan hátt enn lýst omanfyri, verður hon mett sum brúkt, og hevur harvið mist virðið. Hetta merkir, at um tú iðrar títt keyp, metir P/F Stokholm um virðið, og endurrindar sambært hesi prísmeting.
Kæra til Dátueftirlitið
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo.
Brúkaravernd
Les meira um brúkaravernd tá tú keypir umvegis gjaldsskipan frá QuickPay:
https://quickpay.net/dk/terms-of-service
Klagur
Klagur skulu sendast til Brúkaraumboðið, Skálatrøð 20, Postrúm 73, FO-110 Tórshavn.
Endurgjald
Keypari hevur 2-ára endurgjaldsrætt sambært føroyskari lóggávu. Endurgjaldið fevnir um øll brek, ið standast av framleiðslu.
Endurgjaldskrav skal boðast P/F Stokholm frá í rímiligari tíð. Her verður mett at rímulig tíð er í mesta lagi tveir mánaðar eftir móttøku, um ikki annað er avtalað. P/F Stokholm endurrindar í hesum føri møguligan flutningskostna.
Endurgjaldskrav dettur burtur um vøran er handfarin ella nýtt á skeivan hátt.
Áheitan um endurgjaldskrav skal sendast til:
P/F Stokholm
Hoydalsvegur 8
FO-100 Tórshavn
Føroyar
Upplýsingar til afturtøku
(Tá afturtøkurætturin er galdandi, skalt tú lata hesar upplýsingar til info@stokholm.fo )
– Til [P/F Stokholm, Hoydalsvegur 8, FO-100 Tórshavn, Føroyar, info@stokholm.fo]:
– Eg (*) vil hervið boða frá at eg (*) vil gera nýtslu av mínum afturtøkurætti, í samband við keyp av fylgjandi vøru ella tænastu:
– Navn á vøru (*)
– Bíløgd tann (*)/móttikin tann (*)
– Navn á keypara (*)
– Bústaður hjá keypara (*)
– Undirskrift hjá keypara (*) (bert um upplýsingarnar verða lætnar á prentaðum pappíri)
– Dagfesting (*)
Prísir oa.
Allir prísir eru í DKK við mvg. Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum og møguligum skrivivillum.