STØKK INN Á GóLVIÐ

Hjá STOKHOLM er umhvørvið óformelt, fjálgt og heimligt. Tú kennir teg væl móttiknan og tryggan, tá tú stíður inn á gólvið. Okkara royndu ráðgevar bjóða tær vælkomnum, ein lekkran nýbryggjaðan kaffimunn, um tú hevur stundir til tess, og veita tær persónliga ráðgeving í serflokki.

Okkara ráðgevar taka sær stundir, at hjálpa tær at finna júst tí vøruna, tú leitar eftir til títt heim ella virkið/stovn. Er vøran ikki at síggja í handlinum, vísa vit tær møguleikarnar á okkara hátøkniligu platformum á netinum, har tað er møguligt at tekna, vísa veruleikakendar myndir, umframt íblástrarmyndir.

Hjá STOKHOLM umboða vit bert dygdarmerkir, og hava ein heilt serligan alsk fyri sterkum sniði. Vit fylgja altíð tí nýggjasta rákinum við at luttaka árliga á messum innan innbúgv og innrætting, og vitja okkara útlendsku veitarar regluliga, so vit kenna hvønn smálut innan vørurnar vit veita. Hetta hevur stóran týdning, fyri at kunna veita tær eina tænastu í serflokki.

Hjá okkum finnur tú bæði tíðarleysar klassikarar og teir skeivu lutirnar, sum geva eitt tvist.

Elin P. Andreasen, innrætningsarkitektur

STOKHOLM hevur eitt tætt samstarv við innrættingararkitektin Elin P. Andreasen, sum rekur fyritøkuna NOVUS Innrætting & Design (NOVUS). NOVUS hevur drúgvar royndir innan innrætting í privatum heimum, hjá fyritøkum/stovnum, umframt Airbnb leigumálum.

Eingin uppgáva er ov lítil at spyrja um ráðgeving til. Sum dømi kann nevnast, at NOVUS ofta verður biðum um hjálp til val av innbúgvi, lampum (ljósi) og litum til eitt nú veggirnar. Í slíkum førum kemur NOVUS út til eitt prát, har tosað verður um tørvin hjá tær, og ofta kann NOVUS veita ráðgeving á staðnum. Hesa ráðgevingina kallar NOVUS “Skundráðgeving.”

NOVUS Innrætting & Design

Í privatum heimum fevnir ráðgevingin NOVUS fyri alskyns innrættingarloysnum og sniðgeving av innbúgvi. Millum annað kann nevnast:

Rúmuppdeilingar til umbyggingar.
Innrætting av stovuni.
Val av tilfari, sum t.d. gólv, loft og veggir.
Uppskot til nýggjan køk ella dagføring av núverandi køkinum.
Uppfrískan av trappuni.
Hjálp til staðseting av myndum.
Hjá fyritøkum hevur NOVUS staðið fyri alskyns innrættingum, serloysnum, dagføringum av núverandi økjum og sniðgeving av innbúgvi. Her ímillum:
Móttøkuøkir og Matarhølir.
Skrivstovuøkir og Fundarhølir.
Borð, móttøkudiskar, benkur og garderobur.
Val av litum og staðseting av myndum.
Kaffiøkir og Hugnaøkir.
VIP-lounges.
Tú ert vælkomin til at ringja ella skriva til NOVUS, og fáa eitt óbindandi prát, um júst tín tørv. NOVUS Innrætting & Design
Telefon: 28 73 37
Mail: elinandreasen@hotmail.com
Farspor stillingar
Vit brúka farspor á okkara heimasíðu fyri at geva tær sum brúkara eina betri uppliving, meðan tú ert her. Við at fara til "Farspor stillingar", kann tú velja farspor. Legg til merkis, at nøkur farspor eru kravd.
Vørukurv
Close
Cart
  • Ongar vørur í keypskurvini.
Keypskurvin er tóm
Vinarliga legg vørur í keypskurvina áðrenn tú fer til kassan.
Sí enn meira og spennandi vørur í okkara vørubólkum.