Flos_Snoopy_tablelamp

Vel røttu lampuna

Vilt tú sleppa undan at keypa eina skeiva lampu/ljóskeldu næstu ferð tær manglar ljós? Her fært tú nøkur góð ráð, soleiðis at tú tryggjar tær, at tú kemur heim við røttu lampuni til endamálið.

Av tí at ljós er eitt heilt univers fyri seg, fer hesin bloggurin at hava fokus á lampur til heimið.

Fyri nøkrum árum síðani, valdu vit fyrst og fremst lampur eftir tørvi og funktión. Í dag er hetta broytt.

Úrvalið av lampum er vorðið so óendaliga stórt, og lampur verða nú nýttar til at undirstrika innrættingarstílin bæði í sniði, liti og tilfari. Vit kunnu tosa um eitt satt lampurák.

Vísindin um ljós kann vera rættiliga torfør at skilja, og serkøn nýta ofta heiti sum kelvin, lumen, candela, lux, ra osfr., tá tey allýsa eitt nú styrkina, mongdina ella hitan á ljósinum. Heilt so tekniskt nýtist tað lukkutíð ikki at vera, tá tú skalt finna runt í jungluni av spennandi lampum til heimið.

Set tær hesar tríggjar spurningarnar, áðrenn tú fert at keypa tær eina nýggja lampu

1. Hvat skal lampan nýtast til?

Hugsa um funktiónina. Skal hon til dømis lýsa alt rúmið upp, vera lesiljós, hugnaljós ella arbeiðsljós?

2. Hvat fyri slag av lampu ynskir tú tær?

Valmøguleikarnir eru nógvir: Loftlampa, pendel (hongur niður úr loftinum), ljósakrúna, spotts, veggjalampa, borðlampa, standilampa, gólvlampa.

3. Hvussu skal hon lýsa?
Vilt tú hava, at ljósið skal lýsa klárt, sterkt, vera dempað, heitt ella kalt?
Har finnast ymiskar perur, sum veitarin kann leiðbeina tær við til tær ávísu lampurnar.

Legg tær í geyma, um ljósið lýsir upp/uplight, niður/downlight, og um tað er alment (lýsir um alt rúmið) ella diffust (lýsir mest rundanum lampuna).

Hvat kunnu tey ymisku lampusløgini?

LOFTSLAMPA

Ein loftlampa er oftast føst undir loftinum og gevur eitt alment ljós. Tað vil siga, at hon lýsir út um alt rúmið og ikki bert í eina ávísa ætt. Hon kann nýtast í einari gongd, einum kamari, í kjállaranum, í trappuni og líknandi. Hon verður vanliga ikki nýtt sum hugnaljós ella sum gott arbeiðsljós.

PENDEL
Ein pendil er eitt gott val til eina lampu yvir einum spísiborði ella sofaborði, tí hon lýsir beinleiðis niður á borðið. Hon kann tó eisini nýtast til hugnaljós í einum horni ella sum ljósakrúnu.

LJÓSAKRÚNA
Ljósakrúnur kunnu vera truplar at finna pláss til, og ofta fáa tær eina skeiva staðseting. Ein ljósakrúna kann krevja eina ávísa loftshædd og skal gjarna hanga í einum stórum rúmi. Annars kann hon gerast ov dominerandi. Hon riggar vanliga ikki yvir einum spísiborðið, um ljósið ikki lýsir beinleiðis niður á borðið. Eitt gott stað at hanga eina ljósakrúnu er í einari trappu ella einari hall.

SPOTTS
Spotts sita oftast í loftinum, og kunnu bæði nýtast sum stemningsskapandi ljós, til at lýsa okkurt ávíst upp og sum arbeiðsljós í t.d. køkinum. Tryggja tær, at peran kann snarast í fleiri ættir, so hon lýsir akkurát har, sum tørvur er. Hon kann geva eitt skarpt, klárt og beinleiðis ljós við høgari ljósstyrkju. Útyvir at kunna stilla peruna, er tað hent, um ein dempari er á.

VEGGJALAMPA
Hetta slagið av lampum verða vanliga nýttar sum lesiljós, men tær kunnu eisini nýtast í einari gongd, einari trappu og í baðirúminum. Ein góð lesilampa skal helst hava ein fleksiblan arm, sum kann hálast aftur og fram og til síðurnar. Skal hon nýtast í trappuni, eigur hon lýsa niður á trinini. Um hon skal hangast í baðirúminum, er hon sera væl egnað at hanga hvørju megin spegilin, tí hon lýsir á andlitið frá báðum síðum. Við hesum gevur hon ikki skuggar, á sama hátt sum t.d. ein loftlampa ella spotts ofta gera.

BORÐLAMPA
Borðlampur eru tær, sum vit helst eiga flest av. Tær geva ikki so nógv ljós, og tí eru tær sera góðar til at skapa hugna og stemning. Seinastu árini er komið eitt sera stórt úrval av borðlampum, sum kunnu løðast, og fyrimunurin við teimum er, at tú kanst flyta tær eftir tørvi.

STANDILAMPA
Ein standilampa sæst mest í stovuni og undir liðini av sofuni, lenistólinum ella í einum horni. Hon verður ofta ætlað til lesiljós, men er hon ikki fleksibul sum veggjalampan, endar hon ofta sum pynt og variatión til hinar lampurnar í stovuni.

GÓLVLAMPA
Gólvlampur eru ikki so vanligar í einum heimi. Tær krevja nakað av plássi rundanum seg, og verða tær nýttar sum stemningsskapandi hugnaljós.

Farspor stillingar
Vit brúka farspor á okkara heimasíðu fyri at geva tær sum brúkara eina betri uppliving, meðan tú ert her. Við at fara til "Farspor stillingar", kann tú velja farspor. Legg til merkis, at nøkur farspor eru kravd.
Vørukurv
Close
Cart
  • Ongar vørur í keypskurvini.
Keypskurvin er tóm
Vinarliga legg vørur í keypskurvina áðrenn tú fer til kassan.
Sí enn meira og spennandi vørur í okkara vørubólkum.