Elcon í nýggjum høvuðssæti

Elcon er ein av mest framkomnu elfyritøkunum í Føroyum, og fingu nýtt høvuðssæti í Saltangará í 2021.

Nýumvælda hæddin fevnir um skrivstovuumhvørvi við leiðslu, rakstrarleiðara og fyristiting, fundarhøli, felagsumhvørvi, umklæðing og vesi. Skipanin er greið og týðilig við opnum og afturlatnum skrivstovum og er partur av ovaru hæddini.

Høvuðsinngongd, skrivstovur og fundarhøli liggja øll uppat einum miðsavnandi felagsumhvørvi. Felagsumhvørvið í umsitingini umfatar kaffikrók, hvílisofu og høgt borð til standandi og skjótar samrøður.

Tað er FUGLARK sum hevur sniðgivið hølini. Talan er um eina totalrenovering av hølunum og upplating av nýggjum høvuðssæti í Saltangará.

STOKHOLM og FUGLARK hava ráðgivið í mun til innrætting og val av innbúgvi, við støði í uppskotinum til innrætting frá FUGLARK.

Innbúgvið er veitt av STOKHOLM frá veitarunum Cube Design, FLOKK, Chat-Board, Fischer og Swedese.

Farspor stillingar
Vit brúka farspor á okkara heimasíðu fyri at geva tær sum brúkara eina betri uppliving, meðan tú ert her. Við at fara til "Farspor stillingar", kann tú velja farspor. Legg til merkis, at nøkur farspor eru kravd.
Vørukurv
Close
Cart
  • Ongar vørur í keypskurvini.
Keypskurvin er tóm
Vinarliga legg vørur í keypskurvina áðrenn tú fer til kassan.
Sí enn meira og spennandi vørur í okkara vørubólkum.